Flutningur og samband

Flutningur & iðranrrættindi

AVGREIÐSLA

Vøran verður send við Posta tá bíleggingin er móttikin og goldin. Um partar av vøruni ikki eru á goymslu, verður bíða við at senda, til alt er komið. Upphæddin verður ikki tikin av tínari konto fyrr enn vøran verður send.


Tú hevur eisini møguleikan at avheinta vøruna á Í Líðini 7, 410 Kollafjørður - eftir avtalu á tel. 234324.

GJALDING & PRÍSIR

Gjaldast kann við gjaldskortið ella bankaflyting á konto 9870-9960857.

 

IÐRANARRÆTTINDI/FEILUR VIÐ VØRU

Tú hevur 14 dagar frá tí, vøran er keypt, at angra títt keyp. Freistin er at rokna frá tí degi, tú hevur móttikið bíleggingarváttanina. Fa. Chi skal tá hava vøruna senda aftur við postinum í sama standi og nøgd, sum tá tú keypti hana. So skjótt sum Fa. Chi hevur móttikið vøruna í sama standi og mongd, sum tá ið hon varð keypt, rindar Fa. Chi peningin fyri vøruna, aftur á konto, ella tú fært aðra vøru ístaðin. Keyparin skal gjalda fyri at senda vøruna aftur. Um feilur er við vøruni, verður vøran sjálvandi tikin aftur, og tú fært aðra vøru ístaðin. 

Neyðugt er at hjáleggja bíleggingarváttan.


Um tú angrar títt keyp, so skal vøran sendast til:
   

Fa. Chi v/Elisabeth Petersen

Í Líðini 7

410 Kollafjørður

Føroyar

Neyðugt er at hjáleggja bíleggingarváttan.

TRYGD & COOKIES

Fyri at kunna keypa frá Fa. Chi er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupostadressu, telefonnummar. Fa. Chi verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær. Upplýsingarnir verða brúktir til at avgreiða títt keyp, og at senda lýsingar/tilboð til tey ið hava givið sítt samtykki.


Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdar á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookies”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.