Turrbust (ionisk)

Turrbust (ionisk)

Prísur
425,00 kr
Sale price
425,00 kr
Prísur
Útselt
Unit price
per 

Prana Ionisk turrbust, er hondgjørd úr burðardyggum bókarviði, góðsku koparmálmi og natúrligum og siðuliga rætt handfarnum villsvína hárum. 15 % av inntøkuni vera latin til føðslugóðan mat til menningarlond.

Manglar tær orku, og kennir teg troyttan og strongdan ? So kann tað vera, tí gróðrarkervi (lymfesytemi) er avbyrgt av ólevnaði (affaldstoffum).

Turrbustin reinsar gróðrarkervi og stimbrar natúrligu útskiljanina av ólevnaði í hópar seg upp í kroppinum. Tá tú turrbustar við ioniskar turrbust, stimbrar tú mótburðurin "friktiónina" millum húðina og tey ioniskt løddu kopar hárini, hetta skapar negativa løðing í kroppinum. Negativ løðing er gott fyri kroppin, tað "boostar" orkuna, iltar kyknurnar og hjálpir at berja inflammtión/bruna í kroppinum. Bustin stimbrar evnaskiftið og immunverjuna, við at økja framleiðsluna av globulin, ið verjir kroppin móti sjúkum. Turrbusting gevir eisini eina kenslu av vælveru, økir um blóðrenslið, reinsar porurnar, fyribyrgir inngrógvandi hár og ger húðina lekkra og bleyta.

Bustin er eisini natúrligt bakteriudrepandi, bustin reinsar seg sjálva, og reinsar bakteriur av kroppinum, sera gott um ein líðir av akni á rygginum ella bringuni.

Bustin er til kroppin - ikki andlitið, og tolir ikki vatn. Skal brúkast á turra húð, uttan sápu, og uttan vatn. Best er at turrbusta áðrenn eitt brúsubað, og at smyrja olju, ella krem á aftaná. Av tí at bustin er antibakteriel, skal hon ikki reinsast, men bert "sláa" tær deyðu húðkynkurnar niður í vaskið ella busta á eitt turt handklæði. Turrbusting er eisini sera gott til summarklára húð, tú fært ein javnari og logri varandi lit, av tí at, tær deyðu kyknurnar, ið liggja sum "múrsteinar" á húðini verða tiknar burtur. Sera gott saman við Sun Sol Creme Gel - tan maximizing frá Comfort Zone.

- Bustin má ikki vaskast við sápu ella vatni

- Kobar er natúrligani antibakterielt

- Slá bustina niður í vaskið eftir nýtslu, fyri at fáa burtur deyðu húðina

- Ikki bustað á húðirritatónir, sár v.m.

- Húðin skal verða turr og rein tá bustað verður.