Collection: Handilstreytir

HANDILSTREYTIR

AVGREIÐSLA

Vøran verður send við Posta so skjótt sum bíleggingin er móttikin og goldin. 
Tú hevur eisini møguleikan at heinta vøruna Í Líðini 7, 410 Kollafjørður - vøran verður stillað í "Pakkhúsið" ið hongur á húsinum við innkoyringina. Boð verða send tá vøran er klár at heinta.

 

GJALDING, PRÍSIR & SENDING

Gjaldast kann við gjaldskortið ella bankaflyting á konto 9870-9960857.

VEITINGARPRÍSIR Í FØROYUM:

  • 37 kr í frakt við POSTA

 

Feilur við vøru

Um feilur er við vøruni, verður vøran sjálvandi tikin aftur, og tú fært aðra vøru ístaðin. Neyðugt er at hjáleggja bíleggingarváttan.

Um feilur er við vøruni, og vøran skal býtast um, skal vøran sendast/berast aftur til:
   
Fa. Chi v/Elisabeth Petersen

Í Líðini 7

FO-410 Kollafjørður

Føroyar

 

TRYGD & COOKIES

Fyri at kunna keypa frá chi.fo er neyðugt at geva okkum persónligar upplýsingar, so sum navn, bústað, teldupostadressu, telefonnummar. Fa.Chi verjir persónligu upplýsingarnar, sum vit fáa frá tær. Upplýsingarnir verða brúktir til at avgreiða títt keyp, og at senda lýsingar/tilboð til tey ið hava givið sítt samtykki.


Tað er ein tøknilig fyritreyt, um keypast skal um telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdar á tíni teldu. Hetta verður nevnt ”cookies”. Tað vil siga, at síðan kennir teg aftur, tá ið tú vitjar síðuna aftur.

0 products

Sorry, there are no products in this collection